Hafðu samband: 520 4000 [email protected]

Minni um mann

Nú ætli eg at syngja fyri tykkum vakurt lag
um góðan mann, ið fallin er nú frá
um mann sum merkti sorgir tó sterkur stóð hvønn dag
spelkin hóast okkurt fattist á.

Í sínari kroysu hann búði, ið ei nógvan hita bar
í andvekri um náttina hann lá.
Portvín var hans føði, tað líkamikið var
tað var sum fyri yl í blóð af fá.

    Viðlag:
    Tit kendu henda mann, tit allir sóu hann
    drykkjuskap til fragdar sér hann fann.


Við børnini var hann góður, tó onkur ræddist hann
spottaðu hann og gjørdu honum ilt.
Óvitar ei kendu henda mæta mann
mangt er tað ið fólk hava misskilt.


    Tit kendu ...


Vit mugu ikki døma menn eftir teirra brá
tó gloyma vit og gera tað so tað sæst.
Orðatakið sigur: Fals býr fríðum skinni á
at vera reinur innan er altíð best.


    Tit kendu ...


Nú lagið er at enda um henda mæta svein
sum væl dámdi brennivín og høv.
Hann liggur nú á kistubotni og troyttur hvílir bein
í Vestmannaoyggjum í kirkjugarðargrøv.


    Tit kendu ...



Gylfi Ægisson.
Færeysk þýðing:
Georg eystan Á